Seinast dagført: 12. november 2026
Hesin politikkur greiðir frá, hvussu Virkni savnar og brúkar persónupplýsingar, tá ið tú vitjar heimasíðuna ella setur teg í samband við meg.
Virkni, sum Heini Simonsen rekur, hevur ábyrgdina av tínum persónupplýsingum.
Tá ið tú sendir ein fyrispurning gjøgnum sambandsformin, fái eg:
Eg brúki upplýsingarnar bert til at svara tínum fyrispurningi, at geva tær eitt tilboð og, um vit fara at arbeiða saman, at gera verkætlanina. Eg selji ongantíð tínar upplýsingar, og eg sendi tær ikki marknaðarføring, uttan at tú hevur biðið um tað.
Boðini frá sambandsforminum verða send til mín gjøgnum FormSubmit, sum bert flytur boðini víðari í innbakkan hjá mær. Síðan verður hýst hjá Vercel. Síðan heintar skriftirnar frá Google Fonts.
Fyrispurningar, sum ikki verða til eina avtalu, striki eg í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at eg havi fingið fyrispurningin. Upplýsingar um kundar goymi eg, so leingi sum tað er neyðugt fyri samstarvið, og so leingi sum lógin krevur, til dømis til roknskap.
Heimasíðan brúkar ikki farspor til at fylgja við tær ella til marknaðarføring.
Tá ið ein fyritøka brúkar Dagsverk ella Skrivara, er tað fyritøkan, sum hevur ábyrgdina av upplýsingunum um starvsfólkini og kundarnar hjá sær. Virkni viðger tær bert eftir boðum frá fyritøkuni og til tað, sum skipanin skal gera. Hetta verður ásett í einum dátuviðgerðarsáttmála, sum vit undirskriva, áðrenn skipanin verður tikin í nýtslu.
Upplýsingarnar verða ikki seldar, ikki brúktar til marknaðarføring og ikki brúktar til at venja vitlíki. Tá ið samstarvið endar, verða tær latnar fyritøkuni aftur ella strikaðar.
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar eg havi um teg, at fáa tær rættaðar ella strikaðar og at mótmæla, at eg brúki tær. Skriva bara til mín. Heldur tú, at eg ikki viðgeri upplýsingarnar um teg á rættan hátt, kanst tú klaga til Dátueftirlitið.
Broyti eg hendan politikkin, verður nýggja útgávan løgd her við nýggjari dagfesting.
Last updated: 12 November 2026
This policy explains how Virkni collects and uses personal data when you visit the website or get in touch.
Virkni, run by Heini Simonsen, is responsible for your personal data.
When you send an enquiry through the contact form, I receive:
I only use the data to reply to your enquiry, send you a quote and, if we work together, carry out the project. I never sell your data, and I don't send you marketing unless you've asked for it.
Messages from the contact form are delivered to me through FormSubmit, which only forwards them to my inbox. The website is hosted by Vercel. The fonts on the site are loaded from Google Fonts.
Enquiries that don't lead to an agreement are deleted after 12 months at the latest. Client data is kept for as long as the work requires, and as long as the law requires, for example for accounting.
The website doesn't use cookies for tracking or marketing.
When a company uses Dagsverk or Skrivari, the company is responsible for the data about its employees and customers. Virkni only processes that data on the company's instructions and for what the system is meant to do. This is set out in a data processing agreement, which we sign before the system is taken into use.
The data is never sold, never used for marketing and never used to train AI. When the collaboration ends, the data is returned to the company or deleted.
You have the right to know what data I hold about you, to have it corrected or deleted, and to object to its use. Just write to me. If you think I'm not handling your data correctly, you can complain to the Faroese Data Protection Agency (Dátueftirlitið).
If I change this policy, the new version will be posted here with a new date.